2 daga skeið í mentalisering í skúlanum

Mentalisering í skúlanum verður brúkt til at skilja atferðina hjá einstaka næminginum. Sum lærari ella námsfrøðingur fæt tú amboð til at gerast tilvitað/ur um tín leiklut at skapa eitt mentaliserandi umhvørvi, so tú kanst stuðla undir tryggleika, jaligar læringartilgongdir og inkluderandi felagsskapir í skúlanum. Bæði hjá næmingum, sum trívast, og hjá næmingum við truplari atferð.

15. og 16. mars 2023 skipar Barnaverndarstova Føroya fyri skeiði í mentalisering í skúlanum:

                   

15. mars 2023

Undirvísari: Sarah Long Jonsson

  • Gjøgnumgongd av grundhugtøkunum í ástøðinum um mentalisering
  • Mentalisering og menning av førleikanum at mentalisera
  • Menningarfremjandi samspæl
  • Frymilin ÅBENT
  • Epistemiskt álit
  • RAM-hugtakið
  • Handfaring av sterkum kenslum og “interventiónsspektrinum”
  • At seta krøv, sum hóska til menningaraldurin hjá næminginum
  • Mentalisering í skúlanum og mentaliserandi floksleiðsla

 

16. mars 2023

Undirvísari: Janne Østergaard Hagelquist

  • Epistemist álit
  • Tilknýtismynstur og læring
  • Sálarløstir og týdningurin av sálarløsti fyri førleikanum at mentalisera
  • Reaktiónir upp á sálarløst
  • “Geniscenesættelse”
  • Sálarløstir og tryggleiki í skúlanum

 

Undirvísarar

Sarah Long Jonsson er útbúvgin cand. pæd. pæd. psyk., psykoterapeutur (MPF) og lærari. Hon hevur fleiri ára royndir innan skúlaøkið, bæði við undirvísing, supervisión og viðgerð av børnum og ungum við fylgjum at vansorgan og sálarløsti. Sarah hevur serliga spesialiserað seg í, hvussu verkseting av mentalisering í skúlum og á stovnum kann stuðla undir ein inkluderandi felagsskap og styrkja sosialan resiliens hjá næmingum og starvsfólki.

 

Janne Østergaard Hagelquist hevur stovnað Center for Mentalisering og stendur fyri dagliga rakstrinum, menning og leiðslu. Janne er autoriseraður sálarfrøðingur og góðkend sum serfrøðingur í barnasálarfrøði og supervisión. Hon hevur í fleiri ár arbeitt við viðgerð av børnum, ungum og familjum, har vansorgan, ágangur og/ella harðskapur er komin fyri. Harumframt hevur hon royndir í at supervisera og undirvísa professionellum, sum arbeiða við børnum og ungum, sum eru sett heiman.

Les meira um undirvísarar og mentalisering á centerformentalisering.dk.

 

Málbólkur

Starvsfólk innan skúlaverkið, so sum lærarar, námsfrøðingar og sálarfrøðingar – bæði í fólkaskúlanum og á serøkinum.

 

Stað, kostnaður og tíðarskeið

Dagar:  15. og 16. mars 2023

Klokkan: 9.00-15.00. Morgunmatur byrjar kl 8.30!

Skeiðið verður í Smæruni í Havn.

Kostnaður fyri hvønn: kr. 2.500 íroknað morgunmat, kaffi fyrrapart, miðmála á middegi og kaffi seinnapart.

 

Tilmelding

Melda til í seinasta lagi 1. november 2022 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast.

Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma.

Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 22-09-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 10-08-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 15-07-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 03-06-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 10-05-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 16-03-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 28-01-2022
BARNAVERNDARSTOVAN 13-01-2022