Tá eitt barn, ið er bundið at umsorgan frá øðrum, ikki fær neyðugu umsorganina ella er fyri ágangi frá avvarðandi, er talan um vansorgan. Vansorgan og ágangur móti børnum kunnu býtast í nakrar høvuðsbólkar, sum tó kunnu umskarast:

Vansorgan
•    Likamlig vanrøkt
•    Vanrøkt í sambandi við umsjón og eftirlit
•    Vanrøkt í sambandi við skúlagongd
•    Kenslulig/sálarlig vanrøkt

Ágangur
•    Kensluligur/sálarligur ágangur
•    Likamligur ágangur
•    Kynsligur ágangur
•    Ágangur móti barni í móðurlívi

Skilt verður eisini millum óvirkna og virkna vansorgan og ágang. Óvirkin vansorgan og ágangur er, tá barninum vantar eitthvørt, t.v.s. at grundleggjandi tørvir ikki verða nøktaðir í nóg stóran mun. Virkin vansorgan og ágangur er, tá ein umsorganarpersónur ger beinleiðis skaða á tann, hann hevur umsorgan fyri, antin við likamligum ella sálarligum harðskapi.

Hond eigur at verða tikin um eitt barn, sum er fyri vansorgan ella ágangi. Um tú varnast viðurskifti, sum vísa, at eitt barn ikki fær neyðugu umsorganina, eigur tú at boða barnaverndartænastuni frá.

Les um tekin um vansorgan og ágang móti børnum.

Les um fráboðanarskyldu.