Barnaverndarstovan

Fleiri mál um ágang í 2015

05. mars 2016

Barnahúsið, ið arbeiðir við málum, sum snúgva seg um kynsligan ágang ella annan harðskap móti børnum og ungum, hevði eitt økt tal av málum at viðgera í 2015 í mun til árið fyri. Talið vaks úr 29 málum í 2014 til 35 mál í 2015.

Hesin vøkstur ber í sjálvum sær boð um, at tað er alneyðugt við miðvísum átøkum móti teimum, ið gera seg inn á børn við harðskapi ella kynsliga. Hesi átøk mugu fara fram á ymsan hátt, og finnast má fram til tey, sum fremja ágang, samstundis sum at tey, sum hava verið fyri áganginum, fáa neyðugu hjálpina.

Børn, ung og familjur koma í Barnahúsið eftir áheitan frá barnaverndartænastunum kring landið. Aftaná at farið var til verka 1. januar 2014, er virksemið so hvørt komið í eina fasta og trygga legu.

Í Barnahúsinum fáa børn ella ungfólk og avvarðandi teirra sálarfrøðiliga kreppuhjálp og kreppuviðgerð, mett verður um tørvin á læknakanning og løgreglan avhoyrir við videoútgerð. Eisini verður mett um framtíðar tørvin hjá barninum ella ungfólkinum á serligum stuðli og serligari viðgerð, eins og málsviðgerar í barnaverndartænastunum fáa ráð og hjálp til at greiða og greina tørvin á stuðli.

Ársfrágreiðingin hjá Barnahúsinum fyri 2015 er at finna her.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo