Barnaverndarstovan

Kaffi og kunning

04. mai 2016

Hugnaligt kafékvøld verður fyri øll fosturforeldur mikukvøldið tann 11. mai 2016, frá kl. 19 til 21, í hølunum í R.C. Effersøesgøtu 30.

Vit gera ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið og fara samstundis at kunna um nýggju vegleiðingina til fosturforeldur. Sum vant verður høvi hjá fosturforeldrum at práta saman, tá tey nú hittast.

Nú er ein tíð fráliðin, síðan vit seinast skipaðu fyri cafékvøldi. Tí bæði vænta og vóna vit, at nógv fosturforeldur vera at síggja til tiltakið komandi mikukvøld.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo