Barnaverndarstovan

Ræðumyndirnar svara tíbetur ikki til veruleikan

26. september 2016

Miðlahúsið skipaðu fyri stuttum fyri einum pallborðsfundi, sum varpaði ljós á rúsevnismisnýtslu. Komið var inn á teir trupulleikar, ið serliga ungfólk hava av hesi misnýtslu. Ein heilsukanning av næmingum í 9. flokki staðfestir tó, at trupulleikin er ikki so útbreiddur. Tað vísir seg, at tað eru færri enn fimm prosent av spurdu næmingunum, sum nakrantíð hava roynt hash ella marihuana, og bert hendinga næmingur hevur roynt nakað av sonevndu hørðu rúsevnunum.

Sambært SSP-umboðnum Mariann Reinert, ið tók lut á fundinum, er sostatt ikki talan um ein trupulleika, sum merkist í øllum samfelagnum, men fyri tað er hann stórur hjá teimum, ið verða rakt. Tey hava tørv á umfatandi viðgerð, so tey kunnu koma burtur úr neyðini – og eitt slíkt viðgerartilboð er tíbetur á veg.

Hagtølini kundu bent á, at tað ber ávøkstur at upplýsa og at hava ein greiðan boðskap, tá talan er um ung og rúsevni. SSP-samstarvið hevur í hvussu so er lagt stóran dent á hetta á virkisøkið í sínum arbeiði, og saman við øðrum góðum kreftum roynt at kunna um teir vandar, ið rúsevni bera við sær.

Meira kann lesast um pallborðsfundin í Miðlahúsinum her.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo