Fosturforeldraskipanin

 

Børn velja ikki sjálvi korini tey vaksa upp undir. Sum vaksin kunna vit øll velja, um vit vilja hjálpa børnum, ið liva undir viðurskiftum, sum kunna skaða tey. Hjálpin kann vera alt frá at boða myndugleikum frá óreglusemi til at taka børn til fosturs.

Stundum er tørvur á at senda børn heiman í styttri ella longri tíðarskeið, tí er neyðugt at fáa fosturfamiljur um alt landið - og tørvurin er stórur.

At vera fosturforeldur skal síggjast sum eitt starv, men hetta er meir enn eitt vanligt 8 – 4 arbeiði. Hetta er eitt barn, sum tú skalt hava umsorgan fyri, sum tú verður sett at uppala. Við at taka eitt barn til fosturs gevur tú barninum ein nýggjan møguleika og øðrvísi tiltrongdar karmar at liva undir. Í summum føri sleppir barnið kanska fyri fyrstu ferð at uppliva, hvat tað merkir at hava eina familju.

At vera fosturforeldur krevur nógv persónliga og hevur árin á alla familjuna. Hinvegin er tað ómetaliga gevandi og familjan lærir eisini nógv nýtt um seg sjálva. Fosturforeldur kunna vera við til at geva einum barni ein týðandi førning, sum tað kann bera víðari í sínum vaksna lívi.

Barnaverdnarstovan, sum umsitir fosturforeldraskipanina, veitir ráðgeving til fosturfamiljur og skipar regluliga fyri undirvísing og skeiðum fyri fosturforeldur. Tú finnur meir upplýsingar um fosturforeldraskipanina í barnaverndarlógini og annars við at venda tær til barnaverndarstovuna.

“At hava eitt barn til fosturs er ein kenslulig avbjóðing har tú hevur møguleikan at menna teg sum menniskja”

 “Sum fosturforeldur krevst, at tú dugir at virða og ímynda tær støðuna hjá einum barni í kreppu”

“At vera fosturforeldur krevst, at tú megnar at rúma og virða týdningin av sambandinum millum fosturbarnið og foreldrini”

“Ein møguleiki at brúka teg sum menniskja og har tað støðugt er neyðugt at vera opin fyri nýhugsan, ráðgeving og sjálvsmenning”

Brot úr útvarpssending um fosturforeldur