Fosturforeldrafelagið

Fosturforeldrafelagið er eitt áhugafelag fyri fosturforeldur. Felagið arbeiðir fyri at stuðla fosturforeldrum í uppgávuni at hava børn til fosturs ella umlættingar. Endamál felagsins er:

  • At betra umstøðurnar hjá teimum, ið taka børn til fosturs ella umlættingar
  • At betra umstøðurnar hjá børnum, sum eru til fosturs ella umlættingar
  • Saman við myndugleikanum at arbeiða fyri at útbúgva, upplýsa, menna, ráðgeva og stuðla teimum, sum taka børn til fosturs ella umlættingar
  • At gera avtalu við myndugleikarnar um setanar- og lønarkor hjá fosturforeldrum

Limirnir í felagnum hittast javnan at tosa um viðurskifti hjá fosturforeldrum og fosturbørnum. Ítøkiliga verður millum annað virkað fyri, at:

  • Savna viðkomandi tilfar til fosturforeldur
  • Skipa fyri skeiðum
  • Skipa fyri sosialum tiltøkum, so sum legum og útferðum
  • Vera hoyringspartur, tá viðkomandi viðurskifti verða viðgjørd politiskt

Felagið varð stovnað í 2000 og verður stjórnað av eini nevnd, sum telur fimm limir.

Nevndarlimir eru:

Hjalti Hermanson Dalheim, formaður
Tel. 28 10 89
Teldupostur: hhd@kambsdalur.fo

Ása Holm, næstforkvinna

Randfríð Skorheim Sørensen, skrivari

Birna Tyril Gunnarsson, kassameistari

Poul Klementsen, nevndarlimur

Mai Laksáfoss Simonsen, tiltakslimur