Fosturforeldur hittast til morgunkaffi

Fosturforeldraskipanin ætlar at skipa fyri morgunkaffi fyri fosturforeldrum eina ferð um mánaðin fram til summarfrítíðina, har fosturforeldur hava høvi at práta og hugna sær saman.

Tiltakið verður i hølunum í R. C. Effersøesgøtu 30 seinasta hósdag í hvørjum mánaði frá kl. 10 til 12, fyrstu ferð 26. januar 2017.

Fosturforeldraskipanin syrgir fyri, at kaffið er klárt og at morgunmatur er at fáa.

Tiltakið, ið er fyri øll fosturforeldur, er ókeypis. Neyðugt er kortini at boða frá luttøku til Barnaverndarskipanina, tlf. 302480, ella umvegis teldupost: bvs@bvs.fo dagin fyri, so vit vita, hvussu nógv skal keypast inn. Fosturforeldraskipanin setir hesar dagar av til supervisión/ ráðgeving, soleiðis at tey, sum koma, eisini kunnu gera avtalu um ráðgeving í R.C. Effersøesgøtu nr. 26 aftaná morgunmatin og út á dagin.
 

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 27-03-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 08-03-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 28-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 21-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 08-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 01-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 23-01-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 09-01-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 03-11-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 27-10-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 25-10-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 24-10-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 07-09-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 22-08-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 22-08-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 05-07-2016