SSP

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung. Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.

Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, skúla, sosialar myndugleikar og løgreglu (politi).

Virkisøkið hjá SSP er børn úr skúlaaldri til 18 ár.