Trygdin í góðum barnaárum

Umboð fyri Kommunufelagið, Barnaverndarstovuna og SSP vóru saman við fólkavaldum, umsiting og starvsfólki úr Tórshavnar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar-, Eystur-, Sunda- og Klaksvíkar kommunum á ráðstevnu í Oslo í døgunum 2. og 3. mai 2017, har inklusjón og heimarættur hjá øllum børnum á dagstovni og skúla vóru á skránni.

Við hesum evni á breddanum var samstundis lagt upp til spurningin, hvat felags virðisgrundarlagið hjá skúlum og dagstovnum eigur at vera, so øll børn fáa eina grundleggjandi uppliving av, at tey hoyra til og taka lut í skapanini av framtíðar samfelagnum.

Tað er júst á barnaárum, at tað er so sera umráðandi fyri øll at sleppa upp í part og at taka lut í felagslívinum. Við hesum fáa vit góðan trivnað og eina jaliga sjálvskenslu fram í hvørjum einstøkum barni, ið bæði skapar læruhug og gevur sjálvsálit. Samstundis byrgja vit fyri, at børn kenna seg hildin uttan fyri – og at tey bera hesa kenslu við sær inn í vaksna lívið.

Á ráðstevnuni greiddu granskarar, vekætlanarleiðarar, politikarar og embætisfólk frá sínum royndum at geva øllum børnum rúmd í skúla og á dagstovnum. Samstundis verður bygt víðari á grundleggjandi fólkaræðisligu hugsjónina, sum vit í norðurlondum eru felags um.

Eisini í Føroyum hevur hugsjónin um góð barnaár sum eitt avgerandi støði undir vaksanamannatilveruni fingið størri og størri ans. Eitt nú eru fyrstu royndirnar gjørdar við verkætlanini TíTT (Tiltøk í Tøkum Tíma), sum SSP stílar fyri saman við áhugaðum kommunum. Talan er um eitt arbeiðsamboð, sum ger starvsfólkini betri før fyri at síggja tey børn, sum eru í vanda fyri at detta niður í millum, og at rætta teimum eina hjálpandi hond saman við foreldrunum. Bygt verður á teir førleikar, sum frammanundan eru kring barnið og í barninum sjálvum, soleiðis at øll draga somu línu og finna góðar loysnir í einum gevandi felagsskapi.

Kommunufelagið fer frameftir at gera meira burtur úr fyribyrgjandi arbeiðsháttinum á barna- og ungdómsøkinum, vónandi í góðum samstarvi við onnur, sum eisini virka har.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 09-05-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 20-04-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 27-03-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 08-03-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 28-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 21-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 08-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 01-02-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 23-01-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 03-11-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 27-10-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 25-10-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 24-10-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 16-09-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 07-09-2016
BARNAVERNDARSTOVAN 22-08-2016