At liva við sárum

Mikukvøldið 31. januar verður aftur skipað fyri kafekvøldi fyri fosturforeldur.

Hetta kvøldið fer Høgni Mohr, rithøvundur, at greiða frá søguni, sum liggur aftanfyri nýggju bók hansara, Fractura Nasi. Bókin, sum er sera hugtakandi at lesa, snýr um ein heilt serligan súkklutúr í Føroyum í 2016, har súkklað verður kring alt landið: til bygdir og býir, har fólk liva sítt lív, men eisini til avtoftað pláss og støð, har tað nóg illa er klúgvandi.

Ferðin er tó ikki bara ein summartúrur í føgru føroysku náttúruni, men eisini ein ferð aftur í truplu barnaárini hjá Høgna, har hann hevði ringt við at finna seg til rættis saman við pápanum, ella rættari manninum hjá mammuni, sum hevði so ilt við at geva dronginum sín kærleika. Á ferðini ger Høgni sær nógvar tankar um, hvørjar avleiðingar hetta hevur havt fyri allan uppvøksturin og fyri vaksna lívið við.

Tá lesarin at enda kemur heim aftur til Havnar saman við Høgna, situr kenslan eftir, at myrku skuggarnir frá  barnaárunum ikki hava skalað lívsmegina, ið eyðkennir alla bókina, og sum ger hana so frískliga at lesa, hóast álvaran, sum er í viðførinum.

Sum vanligt verður kafékvøldið í húsunum hjá Kommunufelagnum í R.C.Effersøesgøtu 30. Byrjað verður kl. 19.00 og endað kl. 21.00.

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 11-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 09-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 21-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 20-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 19-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 18-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 30-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 14-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 06-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 02-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 10-10-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 03-10-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 14-09-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 31-08-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 23-08-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 05-07-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 12-06-2017