Barnahúshugsjónin 20 ár á baki

Tá íslendingurin Bragi Guðbrandsson miðskeiðis í 90-árunum var á námsferð í USA, gjørdist hetta samstundis byrjanin til norðurlendsku barnahúsini, ið eru ment seinnu árini. Ikki tí, at USA vanliga hevur verið nøkur fyrimynd hjá norðurlondum á sosiala økinum, men royndirnar har yviri við Children’s Advocacy Centre hugtóku Braga.

Endamálið við einum barnahúsi er, at har kunnu børn koma, ið hava verið fyri kynsligum ágangi ella harðskapi. Her verða kanningar og avhoyringar gjørdar, og kreppuhjálp verður eisini veitt, bæði barninum sjálvum og teimum avvarðandi. 

Virksemið í einum barnahúsi er samskipað millum barnaverndartænastu, løgreglu og heilsuverk. Tá ið barnið eina ferð hevur greitt frá tí, ið farið er fram, er tískil ikki neyðugt at endurtaka frásøgnina fleiri ferðir fyri ymsum fólkum.

Íslenska barnahúsið, sum í ár hevur 20 ár á baki,  var tað fyrsta av sínum slagi.

Í 2013 var tíðin búgvin at stovnseta barnahús í Danmark, aftaná drúgvar fyrireikingar. Um sama mundið var barnahús eisini sett á stovn í Tórshavn sambært eini broyting, sum varð gjørd í barnaverndarlógini.

Seinnu árini er barnahús eisini stovnaði í øðrum londum, ofta við Braga sum íbirtara ella ráðgeva.

Í sambandi við árligu norðurlendsku barndaverndarráðstevnuna, sum verður hildin í Reykjavík í døgunum 5. og 6. september, verður eisini komið inn á barnahúshugsjónina, ið sá dagsins ljós í Íslandi fyri tjúgu árum síðani, og sum hevur fingið so góða undirtøku hesi árini. Fleiri upplýsingar um tilmelding og fyribils skrá fyri dagarnar er at finna á https://nbk2018.is/

Onnur tíðindi

BARNAVERNDARSTOVAN 21-03-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 15-02-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 05-02-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 30-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 26-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 11-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 10-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 09-01-2018
BARNAVERNDARSTOVAN 22-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 21-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 20-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 19-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 18-12-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 30-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 14-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 06-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 02-11-2017
BARNAVERNDARSTOVAN 10-10-2017