Barnahúsið er skipað undir Barnaverndarstovu Føroya, sum er ein felagskommunalur stovnur undir Kommunufelagnum. Arbeiðið í Barnahúsinum fevnir sostatt um alt landið. Barnaverndarstova Føroya umsitur og rekur Barnahúsið.

Eitt mál kann einans koma í Barnahúsið umvegis barnaverndartænastuna. Tað er eisini avvarðandi barnaverndartænasta, sum hevur myndugleikaábyrgdina, meðan eitt mál verður viðgjørt í Barnahúsinum

Barnaverndartænasturnar kring landið kunnu fáa ráðgevandi stuðul frá Barnahúsinum í sambandi við mál ella illgruna um mál um kynsligan ágang ella annan harðskap móti børnum. 

Virksemið hjá Barnahúsinum verður fíggjað umvegis játtanina hjá Almannamálaráðnum. Útreiðslurnar hjá Barnahúsinum verða bókaðar fyri seg í bókhaldinum hjá Barnaverndarstovu Føroya. Lønarútreiðslur verða fíggjaðar hjá avvarðandi pørtunum hvør sær. Um mælt verður til, at víðari viðgerð skal fara fram aftaná hjálpina í Barnahúsinum, rindar avvarðandi barnaverndartænastur fyri hetta og fyri flutningsútreiðslur. Løgreglan og heilsuverkið rinda eisini sjálv fyri flutningsútreiðslur í sambandi við avhoyringar og útgreiningararbeiði í Barnahúsinum.