Høvuðsendamálið við Barnahúsinum er at tryggja eitt gott og skipað tvørfakligt arbeiði við børnum og avvarðandi í málum um kynsligan ella annan ágang móti børnum. Eisini skal Barnahúsið tryggja, at mál um ágang fáa somu dygdargóðu viðgerð kring alt landið.
Barnahúsið verður nýtt í málum um ágang móti børnum, tá tørvur er á tvørfakligum samstarvi millum barnaverndartænastu, løgreglu og/ella heilsuverk. Arbeiðið hjá Barnahúsinum snýr seg um at hjálpa avvarðandi barnaverndartænastu at fáa greiðu á viðurskiftunum hjá einstaka barninum. Hetta fyri at finna fram til, í hvønn mun barnið hevur tørv á serkønari hjálp.
Endamálið við at savna serkønu, tvørfakligu og samskipaðu viðgerðina í Barnahúsinum er, at barnið fær betri umstøður at verða væl kannað og at koma seg. Eisini sleppur barnið undan at endurtaka frágreiðing sína um ágangin fleiri ferðir. Í húsinum hittir barnið útbúgvið fólk, sum dugir at tosa við børn um ágang.