Hevur onkur gjørt seg inn á teg, kanst tú fáa hjálp í Barnahúsinum. Tað kann vera ein vaksin, sum t.d. hevur sligið teg ella gjørt seg inn á teg kynsliga. Hetta verður rópt ágangur.
Í Føroyum er bannað at gera seg inn á børn. Hevur tú verið fyri ágangi, skalt tú hava hjálp at steðga áganginum og koma fyri teg aftur. Eisini hóast tað bert er hent eina ferð. Barnaverndartænastan og Barnahúsið kunnu hjálpa tær við tí.
Hvat kanst tú gera?
Tú kanst seta teg í samband við barnaverndartænastuna. Telefonnumrini eru her.
Tú kanst eisini tosa við læraran ella onkran annan vaksnan, sum tú hevur álit á, um ágangin. Tey hava skyldu til at hjálpa tær við at boða barnaverndartænastuni frá. Barnaverndartænastan arbeiðir fyri at verja børn, so tey ikki skulu liva undir skaðandi og óhóskandi viðurskiftum. Barnaverndartænastan ger av, um tú hevur tørv á at koma í Barnahúsið, og syrgir fyri at fáa samband við Barnahúsið.
Í Barnahúsinum arbeiða fólk, sum eru von við og duga at tosa við børn og ung um ágang. Tú kanst hava ein vaksnan, sum tú hevur álit á, við tær í Barnahúsið. Í Barnahúsinum skalt tú greiða frá tí, ið er hent. So veit Barnahúsið, hvør kann hjálpa tær, og hvussu tað verður gjørt best.
Hóast long tíð kanska er farin, síðan ágangurin fór fram, kanst tú at boða frá og fáa hjálp, tí tað er ikki í lagi at gera seg inn á børn.