Í einum máli um ágang móti einum barni, er frágreiðingin hjá barninum sjálvum heilt avgerandi. Tí eigur barnið at verða avhoyrt skjótast til ber, eftir at ein tilburður um ágang er fráboðaður. Tað kann fara fram sum ein vanlig avhoyring ella sum ein avhoyring, sum verður tikin upp á video. Aldurin á barninum ger av, hvat slag av avhoyring verður nýtt.

Børn undir 15 ár

Børn undir 15 ár verða vanliga avhoyrd við videoútgerð. Tað merkir, at frágreiðingin hjá barninum verður bandað. Upptøkan kann verða nýtt sum prógv í einum rættarmáli, so barnið sleppur undan at vitna í rættinum.

Eitt serútbúgvið løgreglufólk ger avhoyringina. Vanliga hittir løgreglufólkið barnið áðrenn avhoyringina og greiðir barninum frá um tað, sum skal henda. Barnið verður sostatt fyrireikað til avhoyringina og sleppur at síggja og tosa við tann, sum seinni skal gera sjálva avhoyringina.

Vanliga eru bert løgreglufólkið og barnið í einum rúmi í Barnahúsinum, har avhoyringin fer fram. Um tørvur er á tí, kann barnið hava ein persón við sær, t.d. ein avvarðandi ella eitt starvsfólk á dagstovninum hjá barninum. Tað kann ikki vera ein, sum seinni skal vitna í málinum.

Videoavhoyringin verður víst á einum sjónvarpsskíggja í einum øðrum rúmi í Barnahúsinum. Har sita løgreglufólkið, sum viðger málið, ákæri, løgfrøðiligur hjásiti hjá barninum og verjin hjá tí, sum er undir illgruna. Harumframt er eisini málsviðgerin frá barnaverndartænastuni til staðar fyri at stuðla barninum og tryggja, at avhoyringin er so varlig, sum til ber.

Foreldur ella næstu avvarðandi hjá barninum sleppa ikki at vera til staðar undir avhoyringini, men kunnu sita í bíðirúminum í Barnahúsinum til avhoyringin er av. Tann, sum er undir illgruna, sleppur heldur ikki at vera til staðar, men kann sleppa at síggja upptøkurnar seinni saman við verjanum.

Børn 15 ár og eldri

Børn, sum eru 15 ár og eldri, verða avhoyrd á vanligan hátt av løgregluni. Tey kunnu eisini verða kallað inn sum vitni í rættinum. Løgreglan, málsviðgerin í barnaverndartænastuni og Barnahúsið gera í felag av, hvar best er at avhoyra barnið. Tað kann vera í Barnahúsinum, á løgreglustøðini, heima, á sjúkrahúsinum ella aðra staðni.

Meginreglan er, at bert børn til og við 14 ár verða avhoyrd við videoútgerð í Barnahúsinum. Í serligum førum ber tó til at víkja frá aldursmarkinum. Støði verður tikið í búningarstøðinum og sálarligu støðuni hjá barninum. Undantak kann eitt nú gerast, um talan er um eitt barn yvir 14 ár, sum hevur menningartarn.   

Kelda: http://www.anklagemyndigheden.dk/Sider/er-du-paaroerende-til-et-barn-udsat-for-voldtaegt.aspx