Um orsøk er til at halda, at eitt barn livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða menning ella heilsu hjá barninum, skal barnaverndarumsitingin skjótast til ber gera eina sonevnda barnafakliga kanning, sambært § 45 í Barnaverndarlógini. Ein barnafaklig kanning skal lýsa styrkir og trupulleikar hjá barninum, familjuni og netverkinum rundan um barnið. Kanningin skal staðfesta, hvør tørvurin er, at seta fyriskipanir í verk.

Kanningin tekur støði í eini heildarmeting og skal fevna um hesi viðurskifti hjá barninum:

1.    menning og atburð
2.    familjuviðurskifti
3.    ansingarviðurskifti
4.    skúlaviðurskifti
5.    heilsuviðurskifti
6.    frítíðarviðurskifti og vinaløg
7.    onnur viðkomandi viðurskifti

ICS-tríhyrningurin