Eingi mál um ágang móti børnum eru eins, og støði verður altíð tikið í einstaka málinum. Eitt av endamálunum við Barnahúsinum er tó at tryggja, at mál um ágang fáa somu dygdargóðu viðgerð kring alt landið. Tí verður miðað ímóti at arbeiða eftir einum føstum, skipaðum leisti í øllum málum. Málsgongdin kann býtast sundur í fýra høvuðsstig:

1.    Ráðgevandi stigið
Um ein málsviðgeri hjá barnaverndartænastuni hevur bert ein veikan illgruna um ágang, og um ivasamt er, um tað er hóskandi at kanna barnið í Barnahúsinum, kann málsviðgerin venda sær til Barnahúsið at fáa ráðgeving og vegleiðing um, hvørt málið hoyrir til málsøkið hjá Barnahúsinum.

Ráðgevandi stuðulin hjá Barnahúsinum er bert ætlaður barnaverndartænastunum. Vanligir borgarar og fakfólk, so sum lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðingar, skulu venda sær til avvarðandi barnaverndartænastu.
 
2.    Fyrireikingarstigið
Uttan mun til um eitt mál um ágang móti einum barni byrjar hjá løgregluni, heilsuverkinum ella hjá barnaverndartænastuni, skal barnaverndartænastan hava málið um hendi og gera av, um talan er um eitt mál fyri Barnahúsið. Um so er, letur barnaverndartænastan Barnahúsinum upplýsingar um komandi málið og avrátt verður, hvussu málið skal handfarast, áðrenn tað kemur í Barnahúsið.

Áðrenn sjálv viðgerðin av málinum byrjar, skal støða takast til, hvørjir partar eru viðkomandi at taka við í málsviðgerðina og hvørjar kanningar skulu gerast. Metast skal um tørvin á, at løgreglan ger kanningar og/ella (video)avhoyring, um barnið skal kannast hjá lækna, um verji skal tilnevnast til tann, sum er undir illgruna, um sakførari skal tilnevnast til barnið o.s.fr. Eitt fyrireikandi samráð verður hildið, sum leggur til rættis tvørfakliga samstarvið.

3.    Kanningarstigið
Í málum um ágang móti børnum ella har illgruni er um tað, skal ein sonevnd barnafaklig kanning altíð gerast av barninum. Kanningin skal lýsa styrkir og trupulleikar hjá barninum, familjuni og netverkinum rundan um barnið. Hon skal staðfesta, hvør tørvurin er at seta fyriskipanir í verk. Tað er barnaverndarumsitingin, sum ger barnafakligu kanningina, men Barnahúsið kann ráðgeva og vegleiða í málum, sum hoyra heima har.

Tá fyrireikingarnar eru lidnar, er klárt at taka ímóti barninum í Barnahúsinum og sjálvt kanningar-, greiningar- og greiðingararbeiðið fer í gongd. Um tørvur er á tí, verður barnið avhoyrt. Tað er serútbúgvið løgreglufólk, ið tekur sær av avhoyringum av børnum. Er barnið yngri enn 15 ár, verður videoavhoyring nýtt.

Kreppuhjálp verður veitt bæði barni og avvarðandi í Barnahúsinum í tann mun, tørvur er á tí. Harumframt verður støða tikin til, hvør tørvurin á framhaldandi stuðli er hjá barni og avvarðandi. Um mett verður, at tørvur er á læknakanning, verður hon gjørd av viðkomandi lækna. Læknakanningin fer fram á sjúkrahúsinum ella hjá kommunulækna.

4.    Eftirkanningarstigið
Áðrenn eitt mál er liðugt viðgjørt í Barnahúsinum, verður eitt endaligt samráð hildið millum partarnar. Samráðið eftirkannar tvørfakligu metingina av tørvunum hjá barninum og teimum avvarðandi. Ein frásøgn verður gjørd burtur úr tí, sum kemur fram, og saman við barnafakligu kanningini gerst henda frásøgnin grundarlag fyri framhaldandi viðgerðini av málinum. Tað er barnaverndartænastan, sum við støði í gjørdu kanningunum, hevur heimild at taka støðu til, hvørjar fyriskipanir skulu setast í verk.