Eitt samráð er ein fundur millum viðkomandi partarnar í einum máli í Barnahúsinum. Samráð kunnu sigast at vera kjarnin í fyriskipanarliga virkseminum hjá Barnahúsinum. Í sambandi við hvørt einstakt mál verður vanliga hildið eitt fyrireikandi samráð og eitt endaligt samráð, men fleiri samráð kunnu verða hildin eftir tørvi.

Á fyrireikandi samráðnum verður tvørfakliga samstarvið lagt til rættis.  Tað kann umfata trygdarmeting, læknakanning, videoavhoyring, kanning av tørvinum á kreppuhjálp og –viðgerð, greining og greiðing av viðgerðartørvi, har í millum støðutakan til tørv á læknafrøðiligari greining og viðgerð, sosialfakligari kanning og tiltøkum, eitt nú, um barnið skal takast úr heiminum, áseting av samveru o.l.

Eitt endaligt samráð verður hildið, áðrenn eitt mál er liðugt viðgjørt í Barnahúsinum. Samráðið eftirkannar tvørfakligu metingina av tørvunum hjá barninum og teimum avvarðandi. Úrslitið av endaliga samráðnum er ein frásøgn, ið saman við barnafakligu kanningini gerst grundarlag fyri framhaldandi viðgerðini av málinum, ið barnaverndartænastan hevur ábyrgd av. Í sambandi við endaliga samráðið verða barnið og tey avvarðandi eisini tikin við í gongdina.