Málbólkurin hjá Barnahúsinum er:
Børn og ung í aldursbólkinum undir 18 ár, ið hava verið fyri ágangi – tað er kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi – ella í teimum førum, tá illgruni er um slíkan ágang.
Nærmastu avvarðandi hjá barninum ella tí unga kunnu fáa kreppuhjálp við tí endamáli, at tey verða betri før fyri at handfara støðuna hjá barninum ella ungfólkinum og veita teimum umsorgan.
Barnahúsið veitir harumframt ráðgevandi stuðul til barnaverndartænastur, ið hava ítøkilig mál um hendi, har illgruni ella vissa er um kynsligan ágang ella annan harðskap. Barnahúsið veitir eisini ráðgeving í málum, har illgruni er um ágang.