Barnahúsið hevur eitt fast starvsfólkatoymi, ið er serútbúgvið og serliga skikkað at taka sær av málum um ágang ímóti børnum.

Fasta starvsfólkatoymið hevur ábyrgd av leiðslu, fyrisiting, kreppuhjálp til børn og foreldur og skreening/kanning av børnum og ungum. Harafturat arbeiðir toymið í felag við ávísar uttanhýsis samstarvspartar, ið eftir tørvi kunnu verða boðsendir at hjálpa við ítøkiligum málum í Barnahúsinum. Samstarvspartarnir eru sum oftast løgreglufólk og barnalækni.

Eisini kann Barnahúsið eftir tørvi heita á onnur serkøn fólk, tá hetta er neyðugt, til dømis ein tulk, ein málsviðgera frá Familjufyrisitingini ella ein serfrøðing innan eitt ávíst brek hjá barninum ella ungfólkinum.

Harumframt verða boð altíð send eftir málsviðgeranum í avvarðandi barnaverndar­tænastu, ið fylgir barninum ella tí unga í Barnahúsinum, og sum luttekur í málsgongdini. Í viðgerðini av ítøkiliga málinum virkar hesin málsviðgerin sostatt sum partur av toyminum í Barnahúsinum.