Fyri at eitt mál skal vera tikið upp í Barnahúsinum, skal talan vera um eitt mál um ágang móti einum barni, har tørvur er á tvørfakligum samstarvi millum barnaverndartænastu og í minsta lagi annan av pørtunum: løgreglu ella heilsuverki. 

Í sambandi við arbeiðið í Barnahúsinum hava samstarvspartarnir ábyrgd av ymsum økjum:

Barnahúsið
Barnahúsið hevur ein samskipandi leiklut í samstarvinum. Barnahúsið hevur ábyrgd av leiðslu, føstum starvsfólkum, umsiting, rakstri, samstarvsavtalum og mannagongdum. Við hesum skulu tey tryggja eina savnaða, samskipaða, varliga og dygdargóða viðgerð í hvørjum einstøkum máli. Barnahúsið hevur harumframt skrivarauppgávuna, tá samráð eru, og skrásetir upplýsingar um málini í Barnahúsinum til hagtalsnýtslu. 

Barnaverndartænastan
Tá eitt mál um kynsligan ágang ella harðskap móti børnum tekur seg upp, kunnar avvarðandi barnaverndartænasta Barnahúsið um málið og fær ráð um, hvussu málið skal handfarast. Málsviðgerin hjá barnaverndartænastuni hevur myndugleikaábyrgd í einstaka málinum og fylgir barninum til útgreiningar, kanningar, samráð og annað í Barnahúsinum. Sum myndugleiki hevur barnaverndartænastan ábyrgdina í allari málsgongdini í Barnahúsinum og tekur avgerðir um at seta fyriskipanir í verk.

Løgreglan
Leikluturin hjá løgregluni í Barnahúsinum er at avhoyra barnið í sambandi við kanningar í málinum. Børn, sum eru yngri enn 15 ár, verða avhoyrd við videoútgerð. Løgreglan metir eisini um, hvørt tørvur er á læknakanning av barninum. Løgreglan hevur ábyrgd av, at ein verji verður tilnevndur til tann, sum er undir illgruna, og at ein sakførari møguliga verður tilnevndur til barnið.

Heilsufrøðilig starvsfólk
Heilsufrøðilig starvsfólk, aloftast læknar, gera kanningar av barninum fyri at finna møgulig likamlig prógv, meta um tørvin á serkønari hjálp innan heilsuøkið og veita tilvísingar í hesum sambandi.

Leikluturin hjá Barnahúsinum er komin at enda, tá neyðugu kanningarnar eru gjørdar, umframt at greiða er fingin á, hvør hjálp skal veitast barninum framyvir.