Barnahúsið tekur sær av málum um ágang móti børnum, og samskipar tvørfakliga samstarvið millum avvarðandi partar. Barnahúsið er innrættað og skipað soleiðis, at atlitið at barninum verður sett fremst.
Uppgávurnar hjá Barnahúsinum eru:
• at veita barninum og avvarðandi kreppuhjálp
• at meta um tørvin hjá barninum á læknakanning
• at avhoyra børn til og við 14 ára aldur við videoútgerð
• at avhoyra børn, sum eru 15-17 ára gomul
• at meta um framtíðar tørvin hjá barninum á serligum stuðli og viðgerð
• at ráðgeva málsviðgera og hjálpa við at greiða og greina tørvin á stuðli. Hetta verður alt gjørt sum liður í barnafakligu kanningini sambært § 45 í barnaverndarlógini