Fyri at tryggja eina skipaða og einsháttaða viðgerð av málum um ágang móti børnum, eru ásettar leiðreglur fyri arbeiðið í Barnahúsinum í “Dygdarhandbók fyri Barnahúsið”. Handbókin er eitt felags fakligt amboð hjá teimum, ið eru við í samstarvinum í Barnahúsinum, og hon lýsir vegleiðandi mannagongdir fyri arbeiðið har.

Eisini er skrivað ein leiðbeining um útflýggjan av upplýsingum millum myndugleikar í málum um kýnsligan ágang og annan harðskap móti børnum og ungum.

Tak niður “Dygdarhandbók fyri Barnahúsið”.

Tak niður "Leiðbeining um útflýggjan av sínámillum upplýsingum".