Barnahúsið tekur støði í norðurlendska barnahúsleistinum, sum byggir á samstarv tvørtur um kommunu- og fakmørk. Barnahúsið veitir barnaverndartænastuni ráðgeving í sambandi við mál um ágang móti børnum, og tá tað er neyðugt at taka løgregluna ella heilsuverkið við í málið.
Barnahúsið er eitt barnavinarliga innrættað hús, so barnið skal kenna seg trygt har. Umboð fyri myndugleikar savnast í húsinum í sambandi við mál um ágang móti børnum ella tá illgruni er um hetta. Í Barnahúsinum verður barnið kannað, avhoyrt og kann fáa kreppuhjálp saman við teimum avvarðandi.
Barnahúsið er mannað við starvsfólkum, ið hava serkunnleika at taka sær av málum um ágang móti børnum. Harumframt kann Barnahúsið eftir tørvi heita á serkøn fólk frá eitt nú løgregluni og heilsuverkinum.
Ein grundhugsan í barnahúsleistinum er, at atlitið til barnið er fremst. Avvarðandi myndugleikar møta barninum í Barnahúsinum, og partarnir gera í mest møguligan mun sítt arbeiði inni í Barnahúsinum. Barnið sleppur sostatt undan at endurtaka sína frágreiðing fleiri ferðir.
Felags serkunnleikin skal tryggja, at arbeiðið við einstaka barninum verður gjørt við støði í eini heildarmynd, ið er barnavinarlig og røkkur tvørtur um arbeiðsmørk hjá teimum, ið viðgera málið. Endamálið er, at hvør einstøk málsgongd verður fyriskipað soleiðis, at hon tekur mest møgiligt fyrilit fyri barninum.