Barnaverndarstovan

 

Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur við heimild í løgtingslógini um barnavernd. Aðaluppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru m.a. at umsita Fosturforeldraskipanina og Barnahúsið, umframt at veita barnaverndartænastunum kring landið holla vegleiðing og ráðgeving, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum á barnaverndarøkinum, at styrkja og samskipa barnaverndarøkið, og at fáa til vega hagtøl og at skipa fyri gransking og menning á økinum.