Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Ábyrgdarøkini hjá Barnaverndarstovuni eru í høvuðsheitum:


1.    At veita ráðgeving og skipa undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið
2.    At skipa og umsita Fosturforeldraskipanina
3.    At umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum

 

Barnaverndarstovan skal eisini virka sum ráðgevi hjá avvarðandi landsstýrisfólki umframt at hava ábyrgd av at savna og umsita hagtøl um barnaverndarøkið í Føroyum.
Uppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru lógarfestar í Løgtingslóg um barnavernd. Endamálið við lógini er at tryggja børnum, sum liva undir heilsu- og menningarskaðiligum viðurskiftum, hjálp og umsorgan, so tey kunnu fáa ein tryggan uppvøkstur.

Sí filmin: Soleiðis kann barnaverndin hjálpa.