Ein av høvuðsuppgávunum hjá Barnaverndarstovu Føroya er at veita barnaverndartænastunum ráðgeving. Talan kann vera um vegleiðing og ráðgeving í almennum spurningum viðvíkjandi viðgerð av barnaverndarmálum. Ráðgevingin kann eisini snúgva seg um eitt nú barnafakligu kanningina, um fyriskipanir, um fosturmál ella hvørt eitt mál skal takast inn í Barnahúsið.

Barnaverndarstovan kann harumframt veita ráðgeving í løgfrøðiligum spurningum innan barnaverndarøkið.