Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur og liggur fyrisitingarliga undir Kommunufelagnum. Barnaverndarstovan og Kommunufelagið halda til í sama bygningi og hava felags bókhald og løgfrøðiliga ráðgeving. Virksemið annars er heilt sundurskilt.
Politiska leiðslan á Barnaverndarstovu Føroya er stýrið fyri Kommunufelagið. Stýrið liggur undir aðalfundinum, sum er hægsti myndugleiki felagsins.