Barnaverndarøkið verður umsitið kommunalt. Undantiknir eru tó stovnar hjá landinum, sum liggja undir Almannamálaráðnum.

Lógin áleggur kommununum at samstarva um barnavernd í økjum. Hvørt barnaverndarøki skal fevna um í minsta lagi 3000 íbúgvar. Hvørt øki hevur eina barnaverndartænastu, sum er sett saman av barnaverndarnevnd og eini fakligari umsiting, sum málsviðger barnaverndarmál. Tað eru kommunustýrini, sum velja barnaverndarnevndina. 

Barnaverndartænasturnar hava eina felagskommunala barnaverndarstovu, sum m.a. samskipar barnaverndarøkið, veitir ráðgeving og skipar fyri undirvísing fyri barnaverndartænastunum kring landið.

Sí meira um ábyrgdarøkið hjá Barnaverndarstovu Føroya.