Vit hava øll fráboðanarskyldu, um vit vita um eitt barn, sum er fyri vansorgan ella ágangi. Um tú fæst við børn í tínum starvi, hevur tú herda fráboðanarskyldu. Tað er galdandi fyri t.d. læknar, ljósmøður, heilsufrøðingar, starvsfólk innan barnaansing og lærarar. Herd fráboðanarskylda merkir, at tú hevur skyldu til navngivin at boða frá, um tú fært kunnleika til viðurskifti ella hevur orsøk til at halda, at eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi.
Ítøkiliga er ein fráboðan eini boð til barnaverndartænastuna. Endamálið er at kunna barnaverndartænastuna um, at eitt barn møguliga hevur tørv á hjálp.
Ein fráboðan er eitt tekin um umsorgan fyri barninum, og kann hava sera stóran týdning fyri einstaka barnið, men kann eisini vera ein kærkomin hjálp hjá eini familju. Fráboðanin kann hava við sær ítøkiligar fyriskipanir, sum bøta um støðuna hjá barninum við hús. Talan kann t.d. vera um ráðgevandi familjusamrøður, stuðulsfólk ella familjuviðgerð. Aloftast verður ein loysn funnin í heiminum hjá barninum, men viðhvørt er neyðugt at taka onnur stig.
Tak niður Vegleiðing til fakfólk at skriva fráboðan.
Í bóklinginum niðanfyri kanst tú lesa meira um fráboðanarskyldu hjá fakfólki, og hvussu tú bert teg at: