Nær

Um tú sum fakfólk, ið starvast við børnum, ert stúrin um eitt barn, skalt tú senda barnaverndartænastuni eina fráboðan – hetta uttan mun til, um stúranin byggir á ítøkilig tekin ella ein varhuga. Fráboðanarskyldan kemur fram um tagnarskylduna, og sum fakfólk hevur tú herda skyldu til at boða myndugleikunum frá, um illgruni er um, at eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi.
 

Hvussu

Ert tú stúrin um eitt barn, eygleið barnið og skriva niður upplivingar, har atburðurin er frávíkjandi. Tað sama er galdandi fyri atburðin hjá foreldrunum.

Eingi formlig krøv eru til eina fráboðan, men royn at gera lýsingina ítøkiliga. Greið frá tí, tú hevur sæð, tí, sum barnið hevur sagt ella serstøkum hendingum uttan at gera egnar tulkingar.

Ein fráboðan kann latast bæði skrivliga og munnliga. Set set í samband við barnaverndartænastuna í tínum øki, um tú hevur eina fráboðan.

Um tekin um harðskap ella onnur revsiverd viðurskifti eru, kanst tú antin seta teg í samband við løgregluna ella venda tær til barnaverndartænastuna, sum so tekur støðu til, um málið skal meldast til løgregluna.

Tak niður vegleiðingar í at skriva útgreinaða fráboðan niðanfyri.

Vegleiðing skúlabarn

Vegleiðing barn á stovni

 

Hvat hendir

Allar fráboðanir verða viðgjørdar einsæris við støði í einstaka barninum og familjuni. Barnaverndartænastan í tínum øki skal sum skjótast, og í seinasta lagi innan eina viku, ganga gjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk. Er talan um bráðfeingismál, verða fyriskipanir settar í verk alt fyri eitt. Er talan ikki um eitt bráðfeingismál, verður vanlig málsviðgerð nýtt til at kanna, um barnið ella familjan hava tørv á hjálp.

Er talan um eitt revsimál, sum er fráboðað løgregluni, setir løgreglan seg í samband við barnaverndartænastuna og aðrar viðkomandi partar.

Tá tú sum fakfólk sendir eina fráboðan, fært tú boð frá barnaverndartænastuni, um ein nærri kanning verður gjørd ella um aðrar fyriskipanir verða settar í verk, um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum.

Hóast fráboðan er send, eigur tú framhaldandi at eygleiða barnið. Um eingin bati vísir seg, eigur tú at senda nýggja fráboðan. Myndugleikarnir hava tørv á tíni frágreiðing fyri at vita, hvussu gongur við barninum. Um tú ikki metir, at hetta er ger mun, kanst tú venda tær til Løgtingsins Umboðsmann at kæra málsviðgerðina.

Les um at seta barn heiman.

Les um kærumál.