Ilt er at meta um, nær ein fráboðan er neyðug. Ein møguligur ivi eigur tó at koma barninum til góðar. Tær nýtist ikki at leggja fram nøkur prógv um, hví tú metir, at eitt barn er fyri umsorganarsvíki ella ágangi - ein varhugi er nóg mikið.

Ivast tú, ber til at taka evnið upp við starvsfelagar ella leiðslu. Eisini kanst tú venda tær til barnaverndartænastuna í tínum øki, har tú undir dulnevni kanst fáa ráðgeving frá einum sosialráðgeva. Tær nýtist ikki at upplýsa, hvat barn talan er um. Tínir spurningar ella upplýsingar nýtast ikki at seta nakra fyriskipan í verk, bert tí at tú hevur tørv á ráðgeving.

Um tað ber til, kanst tú tosa við foreldrini at barninum um tína stúran og siga teimum, at tú hevur í hyggju at taka málið upp við barnaverndartænastuna. Hav í huga, at nógv foreldur óttast, at ein fráboðan til barnaverndartænastuna hevur við sær, at barnið verður tikið úr heiminum. Tað hendir í grovum málum, men aloftast ber til at seta fyriskipanir í verk í heiminum hjá barninum til at bøta um viðurskiftini.

Ein fráboðan, sum kemur í góðari tíð, kann vera við til tryggja, at trupulleikarnir verða loystir, áðrenn teir verða ov stórir.

Tak niður vegleiðingar í at skriva útgreinaða fráboðan niðanfyri.

Vegleiðing skúlabarn

Vegleiðing barn á stovni