Nær

Um tú varnast, at eitt barn livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða sálarligu ella likamligu menningina hjá barninum, eigur tú at senda barnaverndartænastuni eina fráboðan.

Hvussu

Ert tú stúrin um eitt barn, eygleið barnið og skriva niður upplivingar, har atburðurin er frávíkjandi. Tað sama er galdandi fyri atburðin hjá foreldrunum.

Eingi formlig krøv eru til eina fráboðan, men royn at gera lýsingina ítøkiliga. Greið frá tí, tú hevur sæð, tí, sum barnið hevur sagt ella serstøkum hendingum uttan at gera egnar tulkingar.

Ein fráboðan kann latast bæði skrivliga og munnliga, og tú kanst boða frá ónevnd/ur. Set set í samband við barnaverndartænastuna í tínum øki, um tú hevur eina fráboðan.

Um tekin um harðskap ella onnur revsiverd viðurskifti eru, kanst tú antin seta teg í samband við løgregluna ella venda tær til barnaverndartænastuna, sum so tekur støðu til, um málið skal meldast til løgregluna.

Hvat hendir

Allar fráboðanir verða viðgjørdar einsæris við støði í einstaka barninum og familjuni. Barnaverndartænastan í tínum øki skal sum skjótast, og í seinasta lagi innan eina viku, ganga gjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk. Er talan um bráðfeingismál, verða fyriskipanir settar í verk alt fyri eitt. Er talan ikki um eitt bráðfeingismál, verður vanlig málsviðgerð nýtt til at kanna, um barnið ella familjan hava tørv á aðrari hjálp.

Er talan um eitt revsimál, sum er fráboðað løgregluni, setir løgreglan seg í samband við barnaverndartænastuna og aðrar viðkomandi partar.

Hóast fráboðan er send, eigur tú framhaldandi at eygleiða barnið. Um eingin bati vísir seg, eigur tú at senda nýggja fráboðan. Um tú ikki metir, at hetta er ger mun, kanst tú venda tær til til Løgtingsins Umboðsmann at kæra málsviðgerðina.

Les um at seta barn heiman.

Les um kærumál.