Í barnaverndarmálum verður aloftast roynt at finna fram til fyriskipanir í heiminum hjá barninum til at bøta um viðurskiftini. Barnafakliga kanningin vísir, um eitt barn hevur tørv á fyribyrgjandi fyriskipanum, og vanliga verða hesir møguleikar troyttir fyrst. Bert í álvarsligum málum verða stig tikin til eitt nú at seta eitt barn heiman.
Fyribyrgjandi fyriskipanir kunnu fevna sera breitt frá eitt nú viðgerðartilboðum til hjálp við frítíðarvirksemi til barnið. Les meira um dømi um fyribyrgjandi fyriskipanir.