Høvuðsbarnaverndarnevndin viðger ávís mál í sambandi við arbeiðið hjá barnaverndarnevndunum kring landið, m.a. tá avgerð skal takast í:

•    øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti
•    málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan (av advokati)
•    málum um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum
•    málum um dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum
•    málum, har samtykki ikki er fingið frá tí/teimum, ið hava foreldramyndugleikan
•    málum, har børn úr 15 árum ikki hava givið samtykki

Fá yvirlit yvir nevndarlimir í Høvuðsbarnaverndarnevndini.