Til ber at kæra avgerðir ella málsviðgerðir í einum barnaverndarmáli. Alt eftir hvat kæran snýr seg um, eru ymsir møguleikar at kæra.

Um tú vilt kæra málsviðgerðina av einum barnaverndarmáli, kanst tú venda tær til leiðaran á barnaverndartænastuni í tínum øki. Um tú vilt fara víðari við kæruni, kanst tú kæra til Løgtingsins Umboðsmann, sum er almennur eftirlitsmyndugleiki. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at myndugleikar ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.

Um tú ynskir at kæra eina avgerð hjá barnaverndarnevndini í einum máli, kanst tú kæra til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum hjá Føroya Kærustovni innan fýra vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kærustovnurin ger síðan eitt tilmæli, sum verður lagt fyri Kærunevndina í almanna- og heilsumálum til støðutakan. Avgerðir um umsorganaryvirtøku kunnu tó ikki kærast til Kærunevndina, men mugu roynast í Føroya Rætti.   

Barnaverndarstova Føroya er ongantíð kærumyndugleiki í barnaverndarmálum.