Barnaverndarøkið varð 1. januar 2006 lagt út til kommunurnar at umsita. Tað varð gjørt við nýggju barnaverndarlógini, sum løgtingið samtykti árið fyri. Í hesum sambandi gjørdu Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag á sumri 2005 samstarvsavtalu um at stovna og reka eina felagskommunala barnaverndarstovu, sum m.a. skuldi virka sum ráðgevandi stovnur fyri barnaverndartænasturnar kring landið.
Barnaverndarstovan fór at virka 1. oktober 2005.
Í desember mánaði í 2013 samtyktu Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag at leggja saman til eitt felag við heitinum Kommunufelagið, sum sostatt fevnir um allar kommunur í Føroyum. Nýggja felagið fór at virka 1. januar 2014.
Samstundis vórðu tey bæði, Barnaverndarstova Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, løgd undir samanlagda felagið sum sjálvstøðugar eindir.