Tá eitt barn, ið er bundið at umsorgan frá øðrum, ikki fær neyðugu umsorganina ella er fyri ágangi frá avvarðandi, er talan um vansorgan. Vansorgan og ágangur móti børnum kunnu býtast í nakrar høvuðsbólkar, sum tó kunnu umskarast:

Vansorgan
•    Likamlig vanrøkt
•    Vanrøkt í sambandi við umsjón og eftirlit
•    Vanrøkt í sambandi við skúlagongd
•    Kenslulig/sálarlig vanrøkt

Ágangur
•    Kensluligur/sálarligur ágangur
•    Likamligur ágangur
•    Kynsligur ágangur
•    Ágangur móti barni í móðurlívi

Skilt verður eisini millum óbeinleiðis og beinleiðis vansorgan og ágang. Óbeinleiðis vansorgan og ágangur er, tá barninum vantar eitthvørt, t.v.s. at grundleggjandi tørvir ikki verða nøktaðir í nóg stóran mun. Beinleiðis vansorgan og ágangur er, tá ein, sum geva skal umsorgan, heldur ger beinleiðis skaða á tann, hann átti at havt umsorgan fyri, antin við likamligum ella sálarligum harðskapi.

Hond eigur at verða tikin um eitt barn, sum er fyri vansorgan ella ágangi. Um tú varnast viðurskifti, sum vísa, at eitt barn ikki fær neyðugu umsorganina, eigur tú at boða barnaverndartænastuni frá.

Les um tekin um vansorgan og ágang móti børnum.

Les um fráboðanarskyldu.