1.  Alkohol ella onnur rúsevni í likami hjá barni
Hevur kvinna, ið gongur við barni, áhaldandi drukkið alkohol ella brúkt onnur rúsevni, eru evnini í mammuni í viðgongutíðini, og barninum, eftir at tað er føtt. Dømi um rúsevni eru:

Alkohol, kokain, heroin, amfetamin, e-tablettir, marijuana
Samansettur ella blandaður ólógligur heilivágur.

2.  Heilsan hjá barninum í móðurlívi er í vanda orsakað av føðslutroti
Av tí at mamman ikki hevur sinni ella hugsku at matføða seg og sostatt heldur ikki barn sítt. Tað er lækni, ið skal staðfesta føðslutrot.
Ofta eru rúsevnismisnýtsla og føðslutrot samantvinnað.

3.  Heilsan hjá barni í móðurlívi er í vanda orsakað av harðskapi
Mamman fer ikki frá harðligum maka, hóast heilsa og menning barnsins í móðurlívi er í vanda, eitt nú tí at makin javnan bukar mammuna, ella mamman sjálv fremur harðskap móti búkinum hjá sær.