1. Foreldur misrøkja kensluliga tørvin hjá barninum
Foreldur eru sein og lítið sinnað at taka sær av kensluliga tørvinum hjá barni sínum, tá ið barnið hevur brúk fyri umsorgan og stuðli. Tað kann eitt nú vera tá ið pinkubarn grætur, ella tá ið barn hevur brúk fyri stuðli frá foreldrum orsakað av smeiti, ið tað fær uttanífrá. Natúrliga tilknýtið millum foreldur og barn er skilliga ikki gott.

2. Foreldur stimbra ikki nóg væl upp undir sinnisligu búning barnsins
Foreldur stimbra ikki sinnisligu búning barnsins nóg væl. Tey forsøma at læra barnið og at stuðla undir sinnisligu búningina. Foreldrini látast enntá, sum tey hvørki hoyra ella síggja barnið. Barnið verður at kalla ikki eggjað til at vera sjálvstøðugt, og barnið verður tí so nógv vart, at tað ávirkar búningina.

3. Foreldur stimbra ikki nóg væl sosialu búning barnsins
Foreldur stimbra ikki sosialu búning barnsins, men avbyrgja familjuna sosialt ella órógva royndirnar hjá barninum at fáa vinalag við javnaldrar at rigga.

4. Foreldur seta ikki barninum rímilig mørk og hava tað ikki undir neyðugum aga 
Foreldur seta ikki barninum rímilig mørk og hava tað ikki undir aga (disciplin). Hetta hevur við sær, at barnið fær ávísar atferðartrupulleikar, illa gongst í skúlanum, og barnið hevur ilt við at klára seg sosialt.