Foreldur hava støðugt ein neiligan hugburð og neiligar kenslur mótvegis barninum. 
Foreldur seta barninum órímilig krøv í mun til aldur og búningarstig barnsins.
Foreldur skoða ikki barnið sum sjálvstøðugan einstakling, men ábyrgda barn fyri sín egna kensluliga tørv.
Barn verður vitni til harðskap millum foreldur.
Foreldur bera seg javnan ómenniskjaliga og niðrandi at móti barni. 

Dømi um slíkt er:
•    Foreldur koma alsamt við viðmerkingum um eginleikar barnsins, eitt nú útsjónd og lyndi
•    Foreldur finnast alsamt at tí, sum barnið ger, t.d. í sambandi við skúlating og húsarbeiði
•    Foreldur brúka neiliga lødd orð um barnið, eitt nú býttlingur, neyt, apukattur o.s.fr.
•    Foreldur senda barninum elektronisk boð, t.d. SMS-boð, ið annaðhvørt mugu haldast at vera andligur harðskapur ella kynsligur ágangur


Foreldur seta barninum ov stór krøv í mun til aldur og búningarstig, tey krevja t.d., at barnið sjálvt letur seg í, áðrenn tað eigur at klára tað uttan hjálp.
Foreldur virða ikki barn sítt sum sjálvstøðugan einstakling, men heldur sum eina framleinging av sær sjálvum. Barnið verður brúkt til at nøkta sálarligan/kensluligan ella kropsligan tørv hjá foreldrum, og leiklutirnir verða vendir við. T.v.s. at barnið tekur sær av sálarliga tørvinum hjá foreldrunum, heldur enn at foreldur taka sær av sálarliga tørvi barnsins.
Barn verður vitni til harðskap millum onnur, eitt nú likamligan ella kynsligan harðskap millum foreldur, foreldur mótvegis systkjum, millum systkin hjá barninum ella millum barn/tannáring og foreldur.