Kynsligur ágangur ímóti barni er:

•    Kynsligur atburður mótvegis barni ella saman við barni yngri enn 15 ár við ella uttan   samtykki frá barninum
•    Kynsligur atburður mótvegis barni ella saman við barni 15 ár ella eldri uttan samtykki frá barninum

Viðurskifti í sambandi við kynsligan harðskap, sum serliga ávirka avleiðingarnar fyri barnið eru:
•    Hvussu álvarsligur harðskapurin er (hvussu langt er farið)
•    Hvussu nær knýtt/ur viðkomandi er tí, ið fremur harðskapin (t.d. er viðkomandi partur av húskinum ella ikki)
•    Tíðarskeiðið, sum harðskapurin varir (dagar, mánaðir, ár)
•    Títtleiki (hvussu ofta hevur barnið verið fyri kynsligum harðskapi)
•    Aldurin á barninum

Her er kortini bert flokkað eftir, hvussu álvarsligur harðskapurin er, og flokkingin er skift sundur í trý stig (listin er ikki fullfíggjaður):

Stig 1: Munnmaking (oral sex), sum umsjónarpersónur hevur við barn, ella munnmaking, sum barn hevur við umsjónarpersón.
Samlega, sum umsjónarpersónur hevur við barn (í móðurskeið ella endatarm).

Stig 2: Kávan innan fyri klæðini uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kyngøgn á barni, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum.
Barn, sum er fingið at nema við ella káva uppi á einum vaksnum innan fyri klæðini, t.d. kynsgøgnum, økjum nærhendis kynsgøgnum sum eitt nú bróstum, maga, rumpu og lørum.

Stig 3: Onkur vísir kynsgøgn síni fyri barni. 
Barn skal hyggja at, meðan kynsligar gerðir fara fram.
Onkur hyggur at kynsgøgnunum á barni ella at barni, sum er lítið ílatið, t.d. tá ið barn fer á vesi, í bað ella liggur í seingini, ella at viðkomandi fær barnið at lata seg úr við tí fyri eyga at øsa seg ella barnið kynsliga.
Trilvan og káv uttan á klæðunum uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kynsgøgnunum á barni, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum. 
Barn er fingið til at nema við og káva uppi á vaksnum einstaklingi uttan á klæðunum, uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kynsgøgnunum, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum.
Myndir verða tiknar av barni við tí fyri eyga at øsa onnur kynsliga.
Pornotilfar, sum við vilja er havt nær barni ella verður víst barni, t.d. pornobløð, videobond við porno ella pornotilfari av netinum.
Fúlt skemt, tá ið barn er hjá.
Barn fær fúl SMS-boð.