Likamlig vanrøkt er, tá foreldur forsøma at taka sær av likamliga tørvi barnsins. Skilt verður millum ymisk sløg av likamligari vanrøkt:

1. Trivnaðarólag  (Failure to thrive)
Trivnaðarólag vísir seg sum álvarslig heilsustøða hjá ikki ársgomlum børnum. Eyðkenni eru serliga, at barnið ikki tyngist ella veksur, sum tað eigur, sammett við onnur børn. Harumframt er rørslumenningin langt undir miðal fyri vanlig børn (undir fimm prosent). Umleið 10% av tilburðunum hava lívfrøðiliga orsøk, eitt nú álvarsligt nýra- hjarta- ella heilabrek. Í øllum øðrum førum er talan um avleiðingar av, at álvarsligt ólag er komið á viðurskiftini millum foreldur og barn, sum vísir seg í álvarsligari likamligari og kensluligari vanrøkt av barninum. Tað er lækni, ið skal staðfesta trivnaðarólag.

2. Vánaligt matlag          
Foreldur geva ikki barninum hóskandi mat ella so nógvan mat, sum barninum tørvar til at mennast, og sum heilsa og vælferð hjá barninum krevja. Barnið fær javnan ikki vanligu máltíðirnar ella fær javnan ikki nóg nógvan mat. Dømi um hetta eru:
•    Ein ábending um, at eitt barn helst ikki fær nóg mikið at eta, kann til dømis vera, at barnið javnan biður grannar ella onnur um mat
•    Eitt barn fær eftir aldri, búningarstigi og kropsstødd ofta ella javnan ov lítlan ella ikki nóg heilsugóðan mat at eta, og tað hevur annaðhvørt føðslutrot ella ovurfiti við sær. Lækni skal staðfesta føðslutrot ella ovurfiti. Støði er tikið í BMI-talinum 40 hjá børnum (t.e. álvarslig ovurfiti), samsvarandi altjóða góðkendu BMI kurvunum frá WHO. BMI = vekt(kg.)/hædd í øðrum veldi(m.).  Dømi: 67/(1,7)2 = 23,2
•    Ein tannáringur etur so óregluliga, at tað ávirkar heilsuna og menningina, ella hann fær ikki nóg mikið at eta

3. Vánalig klæði
Foreldur syrgja ikki fyri, at barnið er ílatið soleiðis, sum gott er fyri heilsuna og trivnaðin.
Dømi um tað eru:
•    Klæðini hjá barninum eru ov lítil ella ov trong og til ampa fyri barnið, eitt nú ov smáir skógvar, sum barnið fær ilt í føturnar av
•    Klæðini, barnið gongur í, eru ikki nóg heit eftir veðrinum, og barnið er tí ikki nóg væl vart ímóti kulda
•    Tannáringur letur seg ikki í eftir veðrinum ella eftir umstøðunum

4. Vánaligt reinføri       
Foreldur síggja ikki til, at barnið er reint og røkt soleiðis, sum gott er fyri heilsu og trivnað. Dømi um vánaligt reinføri er eitt nú, um:
•    Barnið fer so sjáldan í bað, at tað luktar
•    Barnið gongur í gravskitnum klæðum
•    Tenninar verða ikki bustaðar regluliga, og barnið hevur skitnar tenn
•    Tannáringur vaskar sær ikki

5. Vánaligur bústaður
Foreldur hava ikki bústað, sum er góður fyri heilsu og trivnað hjá barninum. Hetta vísir seg m.a. soleiðis:
•    Eingin bústaður ella einki tilhald
•    Bústaður, sum ikki er búgvandi í, t.d. tí at talan er um ótøtt hús við gjóstri, fukt og møguliga blámusoppi, sum kann vera heilsuskaðiligur fyri barnið
•    Skitføri, t.d. gamlar matleivdir og órudd flóta alla staðni 
•    Likamliga trygdin hjá barninum er í vanda, tí t.d. el-innleggingar liggja berar, ella tí at trygdarportur ikki er fyri trappur
•    Ymiskt vantar, ið krevst til vanligt húsarhald, eitt nú streymur ella hiti

6. Vánalig heilsutænasta
Foreldur syrgja ikki fyri, at barnið fær ta heilsutænastu, tí tørvar. Dømi um tað eru:
•    At fakfólk í heilsuverkinum mæla til, at barnið fær ávísa viðgerð, men foreldrini gera einki við tað ( tó undantikið, um ósamsvar er millum tað, ymisk fakfólk mæla til)
•    Fakfólk í heilsuverkinum siga, at eitt barn áhaldandi er sjúkt ella soleiðis fyri, at tað eftir øllum líkindum krevur viðgerð. Viðgerðin verður tó ikki veitt, og avleiðingin er, at barnið versnar
Omanfyri nevndu viðurskifti galda eisini ta sálarheilsutænastu, sum barninum tørvar. Dømi um hetta eru:
•    Fráboðan frá fakfólki í skúla ella øðrum fakfólki vísir, at mælt hevur verið til at kanna andligu heilsu barnsins, eitt nú vitsevni ella sálarstøðu, orsakað av atburði, uppáhaldum, sum barnið kemur við, ella ytri teknum, sum benda á eyðsýndan og álvarsligan skaða, ið foreldrini ikki hava tikið sær av
•    Fakfólk í sálarheilsutænastuni hevur greinað andligu støðu barnsins og hevur tilskilað viðgerð, t.d. við heilivági, ið foreldrini ikki hava tikið til eftirtektar