1. Barn er ikki innskrivað í skúla ella forsømir skúlan nógv av ólógligum orsøkum
Barn møtir illa upp í skúlanum, men foreldrini gera einki við tað. Barn er ikki innskrivað í skúla ella forsømir skúlan nógv uttan lógliga orsøk, t.d tí at barnið ansar eftir yngri systkjum, ella av tí at foreldur ikki vakna nóg tíðliga at senda barnið í skúla rættstundis.

2. Foreldur hirða ikki um tilboð frá skúla um serundirvísing til barnið
Skúlin sendir barn til kanningar, av tí at gruni er um læringartrupulleikar ella til einhvørja serundirvísing orsakað av læringartrupulleikum, sum foreldrini ikki taka til eftirtektar.

3. Barninum vantar amboð og útgerð
Barninum vantar javnan neyðug amboð og útgerð til skúlaarbeiði, t.d. bøkur, pennahúsa, fimleika- og svimjiklæði.