Foreldur hava ikki neyðuga umsjón og eftirlit við einum barni, og tí er trygdin og vælferðin hjá barninum í vanda. Hetta er galdandi í førum, tá ið barnið ikki er likamliga, andliga, sálarliga, kensluliga ella praktiskt búgvið at verja seg sjálvt í viðkomandi umstøðum.

1. Foreldur ansa ikki barni nóg væl
Foreldur eru til staðar, men ansa ikki nóg væl eftir barninum soleiðis, at tað kann koma sær í vanda. Foreldrini gáa ikki um hóttandi vanda og taka ikki fullgóð stig til at verja barnið fyri skaða. Dømi um hetta eru:
•    Barn verður lagt á skiftiborð og eingin ansar tí. Barn er einsamalt í svimjihyli/heitum potti ella øðrum slíkum staði, har lív og heilsa barnsins er í vanda
•    Barn er annaðhvørt ikki bundið nóg væl í bilstól í bili ella við trygdarbelti alt eftir aldri barnsins
•    Barn liggur í barnavogni uttan fyri bústað, matstovu ella aðra staðni og grætur, uttan at nakar letur við seg koma

2. Barn er einsamalt, tó tað ikki hevur aldur ella er búgvið til tað
Barn, sum ikki er nóg gamalt ella búgvið til tað, er einsamalt og eingin hyggur til tað eitt nú við hús ella í bili. 

3. Barn er hjá skikkaðum persóni, men longur enn væl er
Barn verður latið skikkaðum persóni, men verður ikki avheintað ásetta tíð, ella eingin avtala er gjørd um, nær komið verður eftir barninum og tann, sum passar barnið, heldur seg hava passað tað longur enn rímiligt er. Eisini kann talan vera um, at barn óvanliga ofta verður passað hjá ymsum einstaklingum.

4. Barn er hjá óskikkaðum persóni (tó ikki persóni, sum er harðligur við børn)
Barnið verður latið óskikkaðum eftiransara. Dømi um tað er t.d. at tann, ið ansar barninum, hvørki hevur aldur ella er búgvin til tað, er evnaveikur, ávirkaður av alkoholi ella øðrum rúsevnum ella er álvarsliga sálarsjúkur og tí ikki skikkað/ur at taka sær av børnum.

5. Barn er hjá óskikkaðum persóni, sum er harðligur við børn
Foreldur hava við avráddum huga fingið fólk at passa barn, hóast tey vita, at viðkomandi hevur verið ella er undir illgruna at hava verið harðligur við ella gjørt seg kynsliga inn á børn. Viðkomandi krevur ikki at vera dømdur fyri brotið, tí torført kann vera at prógva misbrot, og fríkenning sannar ikki sakloysi.

6. Foreldur siga seg vilja geva barn frá sær
Stakt foreldur sigur seg ikki vilja eiga barnið ella vil sleppa av við tað, og reka tað út heimanífrá. Stakt foreldur setir barn frá sær og ætlar ikki at koma aftur eftir tí t.d. úti á víðavangi, á matstovu ella á almennum vesi. Stakt foreldur roynir at taka seg av lívi og er einsamalt um barnið.

7. Barn hevur ongan verja, av tí at annað av foreldrunum doyr ella hvørvur/rýmir
Barn missir verja, av tí at foreldur doyggja, av tí at foreldur missa sjálvræði ella tí at foreldur verða handtikin ella hvørva av øðrum ávum, soleiðis at foreldrini ikki longur eru før fyri at taka sær av barninum.
Um Ríkisumboðið tekur eina góðkenning til at ættleiða eitt barn aftur frá persónum, ið hava søkt um at ættleiða eitt barn, er barnið at meta sum barn uttan umsorgan, frá tí at góðkenningin er afturtikin. 

8. Barn er ikki vart ella enntá í vanda, av tí at lítið skil er á foreldrum, eitt nú av rúsevnisnýtslu
Barn verður ikki vart ella er í vanda, av tí at lítið skil er á foreldrunum og óskilið kemur fram á ymsan hátt. Dømi um slíkt eru:
•    Barn verður vitni til, at lítið skil er á foreldrum orsakað av nógvari alkohol- ella aðrari rúsevnismisnýtslu
•    Barn er í vanda, tí at foreldur koyra við barninum í bili ávirkað av alkoholi ella øðrum rúsevnum

9.  Barnið sleppur at sýna ella verður eggjað til ólógligan ella ósiðiligan atburð
Barninum er loyvt, ella tað verður beinleiðis eggjað til at vera við í ólógligum ella ósiðiligum gerðum, t.d. innbroti, stuldri, alkohol- ella aðrari rúsevnisnýtslu ella at selja kynsligar tænastur.