Tá eitt barn, ið er bundið at umsorgan frá øðrum, ikki fær neyðugu umsorganina ella er fyri harðskapi frá avvarðandi, er talan um vansorgan. Við harðskap verður meint við gjørda gerð, sum kann skaða ella sannlíkt skaðar menningina hjá barninum. Við vanrøkt verður meint við ógjørda gerð, sum kann skaða ella sannlíkt skaðar menningina hjá barninum.
Vansorgan og ágangur móti børnum kunnu býtast í nakrar høvuðsbólkar, sum tó kunnu umskarast:
Vansorgan
• Likamlig vanrøkt
• Vanrøkt í sambandi við umsjón og eftirlit
• Vanrøkt í sambandi við skúlagongd
• Kenslulig/sálarlig vanrøkt
Harðskapur
• Kensluligur/sálarligur harðskapur
• Likamligur harðskapur
• Kynsligur ágangur
Heilsa ella lív hjá óføddum barni í vanda
Skilt verður eisini millum óbeinleiðis og beinleiðis vansorgan og harðskap. Óbeinleiðis vansorgan og harðskapur er, tá barninum vantar eitthvørt, t.v.s. at grundleggjandi tørvir ikki verða nøktaðir í nóg stóran mun. Beinleiðis vansorgan og harðskapur er, tá ein, sum geva skal umsorgan, heldur ger beinleiðis skaða á tann, hann átti at havt umsorgan fyri, antin við likamligum ella sálarligum harðskapi.
Hond eigur at verða tikin um eitt barn, sum er fyri vansorgan ella harðskapi. Varnast tú viðurskifti, sum vísa, at eitt barn ikki fær neyðugu umsorganina, hevur tú skyldu at boða barnaverndartænastuni frá.
Les um tekin um vansorgan og ágang móti børnum.
Les Leiðbeining til § 1 í barnaverndarlógini.
Les um fráboðanarskyldu.