1  Rúsdrekka ella ónnur rúsevni í likami hjá barni

Hevur kvinna, ið gongur við barni, drukkið rúsdrekka ella brúkt onnur rúsevni, eru evnini í mammuni í viðgongutíðini ella í barninum, eftir at tað er føtt. Dømi um rúsevni eru:

- Alkohol

- Kokain

- Heroin

- Amfetamin

- E-tablettir

- Marijuana

- Samansettur ella blandaður ólógligur heilivágur.

 

2  Heilsan hjá barni í móðurlívi er í vanda orsakað av føðslutroti

Mamman hevur ikki matarlyst og megnar ikki at matføða seg og harvið ófødda barnið. Tað er lækni, ið skal staðfesta føðslutrot.

 

3  Heilsan hjá barni í móðurlívi er í vanda orsakað av, at maki bukar mammuna

Mamman fer ikki frá harðligum maka, hóast heilsa og menning barnsins í móðurlívi er í vanda, tí at makin bukar mammuna.