1 Foreldur hava støðugt neiligan hugburð og neiligar kenslur mótvegis barninum
Foreldur fáa sær til vana at bera seg ómenniskjansliga og niðrandi at móti barni. Dømi um slíkt er:
Foreldur seta barninum ov stór krøv í mun til aldur og búningarstig, t.d. at barnið letur seg í sjálvt, áðrenn tað eigur at klára tað við ongari hjálp.
Foreldur virða ikki barn sítt sum sjálvstøðugan einstakling, men heldur sum eina leinging av sær sjálvum. Barnið verður brúkt til at nøkta sálarligan/kensluligan ella kropsligan tørv hjá foreldrum, og leiklutirnir verða vendir við (role reversal), t.e. barnið tekur sær av til dømis sálarliga tørvinum hjá foreldrunum, heldur enn (av sálarliga tørvi barnsins.
Barn verður vitni til harðskap millum onnur, eitt nú likamligan ella kynsligan harðskap millum foreldur, foreldur mótvegis systkjum, millum systkin hjá barninum ella millum barn/tannáring og foreldur.