Kynsligur ágangur ímóti barni er:
- Kynsligur atburður mótvegis barni ella saman við barni yngri enn 15 ár við ella uttan samtykki frá barninum
- Kynsligur atburður mótvegis barni ella saman við barni 15 ár ella eldri uttan samtykki frá barninum.
Viðurskifti í sambandi við kynsligan ágang, sum serliga ávirka avleiðingarnar fyri barnið eru:
1. Hvussu álvarsligur ágangurin er (hvussu langt er farið)
2. Hvussu nær knýtt/ur viðkomandi er tí, ið fremur ágangin (t.d. er viðkomandi partur av húskinum ella ikki)
3. Tíðarskeiðið, sum ágangurin varir (dagar, mánaðir, ár)
4. Títtleiki (hvussu ofta hevur barnið verið fyri kynsligum ágangi)
5. Aldurin á barninum
Niðanfyri er kynsligur ágangur flokkaður í trý eftir álvarsemi: (listin er ikki fullfíggjaður))
1. stig:
- Samlega, sum persónur hevur við barn (í móðurskeið ella endatarm).
- Munnmaking (oral sex), sum persónur hevur við barn ella munnmaking, sum barn hevur við persón.
2. stig:
- Kávan innan fyri klæðini uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kynsgøgnum á barni, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum.
- Barn, sum er fingið at nema við ella káva uppi á einum vaksnum innan fyri klæðini, t.d. kynsgøgnum, økjum nærhendis kynsgøgnum, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum.
3. stig:
- Onkur vísir kynsgøgn síni fyri barni.
- Barn skal hyggja at, meðan kynsligar gerðir fara fram.
- Onkur hyggur at kynsgøgnunum á barni ella at barni, sum er lítið ílatið, t.d. tá ið barn fer á vesi, í bað ella liggur í seingini, ella at viðkomandi fær barnið at lata seg úr við tí fyri eyga at øsa seg ella barnið kynsliga.
- Trilvan og káv uttan á klæðunum uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kynsgøgnunum á barni, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum.
- Barn er fingið til at nema við og káva uppi á vaksnum persóni uttan á klæðunum, uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kynsgøgnunum, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum.
- Myndir verða tiknar av barni við tí fyri eyga at øsa onnur kynsliga.
- Pornotilfar, sum við vilja er havt nær barni ella verður víst barni, t.d. pornobløð, videobond við porno ella pornotilfari av netinum.
- Fúlt skemt, tá ið barn er hjá.
- Barn fær fúl SMS-boð.